Endamálið við felagnum er at stuðla áhugamálunum hjá føroyskum fólkatónleikarum og at virka fyri fólkatónleiki í Føroyum og framførslu av føroyskum fólkatónleiki uttanlands. Limir í felagnum umboða ymiskar fólkatónleikagreinir – úr sangarum-sangskrivarum til meira siðvenjubundan spælimanstónleik.
Felagið varð stovnað tíðliga í 80-árunum undir upprunanavninum Føroya Fólkatónleikarafelag (Faroese Folk Musicians’ Association). Eitt av fyrstu málunum hjá felagnum var at skipa fyri árligu Fólkatónleikastevnuni (Folk Festival). Felagið hevur hvørt summar skipað fyri stevnuni ymsastaðni kring landið við konsertum við bæði føroyskum og útlendskum tónleikarum. Felagið samstarvar við Summartónar og aðrar tónleikastevnur í Føroyum. Felagið arbeiðir eisini saman við Dansifrøi um undirvísing og stimbran av fólkadansi og spælimanstónleiki.
Á hvørjum ári skipar Fólkatónleikarafelagið fyri spælimanskeiðum og -legum fyri ungum tónleikarum við royndum føroyskum og útlendskum fólkatónleikarar sum undirvísarum.
Aðrar árligar fyriskipanir eru t.d. Várfólk (Spring Folk Music Festival), vanliga í mars. Fólkatónleikarafelagið er limur í Nordic Folk Council.
Núverandi nevnd í Fólkatónleikarafelagnum er:
Kristian Blak, Jóanis Erik Køtlum and Sharon Weiss.
Send t-post til info@folkaton.fo, um tú vilt gerast limur Fólkatónleikarafelagnum.
Vilt tú hava meira at vita, kanst tú seta teg í samband við Fólkatónleikarafelagið á info@folkaton.fo.
Upptøkur við fólkatónleiki í Føroyum eru at fáa hjá Tutl
