Flytifólk

Flytifólk er bólkur við 4 tónleikarum, sum allir eru fluttir til Føroya úr ávikavist Bretlandi, Týsklandi og Danmark. Tey spæla tónleik, sum eyðkennir tónleikaran á ferð so sum Klezmer tónleik úr Eystuevropa, brúðleypstónleik úr Balkan og løg hjá flakkandi Romani sigoynarum. Hesin tónleikurin dregur fram í ljósið, hvussu mentanarin hava møtst og ávirkað hvørja aðra, langt áðrenn modernaða alheimsgerðin mentist. 

Á konsertunum hoyra vit eisini nýggj løg, sum limir í bólkinum hava skrivað.