Í Opnum Báti

“Verkætlanin Í Opnum Báti, er ein tónleikabólkur uttan skipara, ið var stovnaður í septembur 2022. Miðað verður eftir, at geva limunum høvi at framføra egnan tónleik og í fyrstu syftu er tað í høvuðsheitum tónleikur hjá Óla, ið verður framførdur. Tónleikurin ber brá av sálmum og er ofta sangbærur og spælandi. Óli á Grindaflótti kenna vit best sum tangentleikara í Enekk, har hann eisini eigur onkur av løgunum. Harumframt hevur Óli m.a. spælt við Crawling Blue, Kára Sverrissyni og Tjant.”

Óli á Grindafløtti – Tangentar

Heðin Zisk Davidsen – Guitar

Agnar Lamhauge – Bass

Brandur Jacobsen – Trummur