Spælimenninir

Spælimenninir hava spælt kring landið síðani 1974. 

Manningin á Summartónum 2022 er nærum tann sama, sum harafturat síðani 1977 hevur spælt nógv uttanlanda, serliga í Europa og USA. Óivað er bólkurin ein av teim bólkunum við heimstaði í Føroyum, sum áðrenn ár 2000 hevur spælt mest uttanlanda. Tónleikurin er fjølbroyttur, lættur og undirhaldandi fólkatónleikur.

SPÆLIMENNINIR: Lars Kristensen, Erling Olsen (violin), Sharon Weiss (blokkfloyta), Ívar Bærentsen (mandolin), Kristian Blak (klaver), Charlie Pilzer (bass)

Útgávur

Útgávur sum eru tøkar á fløgu og/ella plátu kunnu keypast á: tutl.com/spaelimenninir.

Malargrót – Spælimenninir (2003)

Flóð og fjøra – Spælimenninir (1996)

Rekaviður & Hinvegin – Spælimenninir (1984/86)

Á ferð – Spælimenninir í Hoydølum (1984)

Burturav – Spælimenninir í Hoydølum (1980)

Umaftur – Spælimenninir í Hoydølum (1978)

Spælimenninir í Hoydølum – Spælimenninir (1977)